Prísirnir eru vegleiðandi

Pr. litur á Magn-støðum: Við MVG         MVG           Punkt-/oljuavgjald 
Blýfrítt Bensin 95

kr.   12,44

kr. 2,49

kr. 2,40
Diesel  kr.   10,48

kr. 1,94

kr. 0,50+0,80
       
Pr. litur á bátaannleggi:       
Bátadiesel Pluss

kr.   11,43

kr. 2,13

kr. 0,50+0,80
Bátadiesel  kr.   10,30 kr. 1,90 kr. 0,80 
       

Pr. 1000 litrar, frítt leverað við tangabili

(latið í nøgd yvir 600 litrar*) 

     
 Gassolja kr.    9.869 kr. 1.814 kr. 800 

 

* Veitingar undir 300 litrar vera ikki koyrdar við tangabili

* Avgjald uppá veitingar minni enn 600 litrar Frá 1. jan. 2009 kom eitt avgreiðslugjald á allar oljuveitingar, ið eru minni enn 600 litrar. Avgjaldið er á 250,00 kr.

Hetta gjaldið er tó ikki galdandi fyri okkara viðskiftafólk, ið hava sjálvvirkandi áfylling

Tí vilja vit heita á øll okkara viðskiftafólk um at fáa sær sjálvvirkandi áfylling.

Við sjálvvirkandi áfylling fært tú umframt, at vit passa tangan hjá tær, fastan avsláttur fyri liturin, tú fært eisini prístrygging – tvs. lægsta prís í tíðarskeiðnum frá 12 dagar áðrenn til 12 dagar eftir áfylling.

 

Minst til Prístrygging

Við prístrygging tryggjar tú tær altíð bíligastu orku. Prístrygging tryggjar, at tann prísurin tú rindar fyri oljuveitingina, er tann lægsti innanfyri eitt 25 daga tíðarskeið. Tú fært faktura við dagsprísi, men skipanin kannar síðani prísin 12 dagar fyri og 12 dagar eftir oljuveitingina. Er prísuirin lægri í hesum tíðarskeiði, enn tá tú fekk oljuna, verður munurin góðskrivaður á konto tygara.

Tað kostar einki at verða við í skipanini, men harafturímóti er nógv at spara.

Einasta treyt er:

  • At tú hevur fasta áfylling
  • At tú ert tilmeldaður gjaldsskipanina

Ert tú við í hesum skipanum, ert tú eisini við í prístrygdini hjá Magn.

 

Príssamanseting

Prísirnir á gassolju, bensin og diesel eru tengdir at 4 faktorum, vøruprísi, dollarakursi, bruttovinningi og MVG og avgjøldum.

Vøruprísur og dollarakursur
Vøruprísurin broytist alt eftir útboði og eftirspurningi á altjóða marknaðinum. Á altjóða maknaðinum verður oljan handlað í dollarum, og kursstøðið og -broytingar ávirka tí prísin.
Hækkar dollarin, hækkar prísurin á oljuni, og lækkar dollarin, lækkar prísurin á oljuni somuleiðis, alt annað líka.

Bruttovinningur
Bruttovinningurin er inntøkan hjá Magn. Bruttovinningurin skal millum annað rinda fyri flutning, marknaðarføring og útreiðslur til forhandlarar og fyritøku annars.

MVG og avgjøld
Í Føroyum er álagt eitt punktgjald á 2,40 kr. fyri hvønn seldan litur av bensini og eitt avgjald á 1,30 kr. fyri hvønn seldan litur av diesel. Eisini er eitt avgjald á 0,80 kr. pr. l. á gassolju.