Hitatænastan hjá Magn umfatar árligt eftirlit, sum inniber reinsan av oljufýring og ketli, kannan og stillan av oljufýring, harumframt verður eisini skorsteinsgjóstur kannaður. At oljufýrið er rætt stillað verður tryggjað við eftirlitsmátingum. Øll úrslit verða skrásett í eftirlitsbók, har tað eisini sæst, hvør hevur gjørt hvat og nær.

Um hitatænastuna er annars at siga:
Tænastan er tygara besta trygd fyri eini vælvirkandi oljufýrsskipan, tvs. eingin óneyðug oljunýtsla og munandi minni vandi fyri sótskaðum.
Um skaði kortini skuldi hent, kunnu tygum staðfesta yvir fyri tryggingini, at tað ikki er orsakað av misrøkt.

Tænastan er virkin allar 365 dagar um árið:
yrkadagar frá kl. 8 til 22
vikuskifti og halgidagar frá kl. 10 til 22

Ert tú við í Magn hitatænastuni, eru øll vanlig uppkall ókeypis, tó verður goldið fyri eykalutir. Eisini verður goldið fyri neyðútflýggjan av olju um tygum ikki eru tilmeldað/-ur sjálvvirkandi áfyllingarskipan. 

Tænastan er ein haldaraskipan, ið er galdandi eitt ár fram í tíðina.

 

Góðskutryggjað hitatænasta

Debra er ein danskur tvørfakligur orkufelagsskapur, ið hevur til endamáls at savna so breiða og haldgóða vitan sum gjørligt innan alt orkuøkið. Allar orkurelateraðar vinnur eru umboðaðar hjá Debra. Magn er limur í Debra, og hava vit umboð í tveimum nevndum, ið dagliga arbeiða við orkuveiting og hitatænastu.

Umframt at allir okkara hitatænastumenn hava lokið prógv sum oljufýrsmontørar fyri bæði stór og smá anlegg, so verður alt hitatænastuarbeiðið nú framt undir eftirliti av Debra og Dansk Energistyrelse. Eftir eina førleikamennandi tilgongd, ið fevndi yvir nærum eitt ár, er hitatænastan hjá Magn og harvið eisini tín hitatænastumaður í dag góðkendur av Debra og Dansk Energistyrelse.

Vert er at leggja merki til, at eftir 1. januar 2012 verða øll eftirlit framd við elektonniskum mátitólum, har úrslitið verður skjalprógvað við útskrift.

Hava vit eyguni eftir oljufýrinum, eru bæði olja og pengar at spara.

Til ber at bíleggja eftirlit við at ringja til Magn á tlf. 347400.