KT-fólk til Magn

Hevur tú hug og hegni at arbeiða innan KT? Vit sóknast eftir fólki til KT-deildina á Magn

Um starvið

Vit sóknast eftir einum ágrýtnum starvsfólki til KT-deildina á Magn.

Arbeiðsuppgávurnar fevna um dagligt viðlíkahald og uppsetan av ymiskari útgerð og skipanum, bæði á skrivstovum, í tangabilum, sjálvtøkum o.ø.

Uppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar. Júst hvat gerandisdagurin hjá tær kemur at innihalda, leggja vit ætlanir um í felag, út frá tínum profili, áhuga og tørvi á deildini annars.

Starvið er á høvuðsskrivstovuni í Havn, tó við uppgávum sum kunnu vera um alt landið.

Vit bjóða

Eitt gott, avbjóðandi og ábyrgdarfult starv í eini fyritøku í menning. Her er vítt til veggja, og um tú vilt og dugir, so sleppur tú eisini. Tað er avgerandi, at tú ert før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt, loysir tínar uppgávur væl, og heldur tað verða spennandi og gevandi at taka avbjóðandi uppgávur á seg. Starvið fevnir sera breitt á Magn, og tú kemur at fáa innlit í fleiri ymisk virkisøki.

Til hetta fært tú góðan stuðul og alla neyðuga upplæring.

Talan er um fulltíðarstarv við fastari løn eftir nærri avtalu, umframt yvirtíð eftir vaktarskipan og góðar starvsfólkaumstøður og -treytir.

Vit vænta

Vit vænta av tær, at tú:

- hevur áhuga fyri tøkni og KT

- ert tænastusinnað/ur og hevur góð evni at samskifta

- dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt

- trívist væl við skiftandi uppgávum

- hevur koyrikort

- tær nýtist ikki at hava KT útbúgving, men at tú hevur hug, hegni og ágrýtni innan økið

 

Um Magn

Magn tryggjar orku til Føroyar og føroyingar. Høvuðsskrivstova okkara er í Havn. Ellivu service-støðir bera Magn-navnið, av hesum eigur Magn tær seks. Vit hava oljugoymslur í Klaksvík og í Havn. Mált eftir sølu eru vit ein av Føroya størstu fyritøkum. Tilsamans eru vit 155 starvsfólk. Vit eru partur av Sp/f Orkufelagið, og eiga í P/F Flatnahagi og P/F Demich. Sí meira á www.magn.fo

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 30. november 2022, og vit ynskja at seta starvið skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.

 

Søk starvið her: https://starv.magn.fo/JobAd/Details/17