Kappingareftirlitið ber seg ikki longur at sum ein almennur myndugleiki, ið fremur objektivt, sakligt og væl grundað eftirlitsarbeiði, men sum ein felagsskapur við einari heilt serligari missión, nevniliga at seta føroysku oljufeløgini í so ringt ljós millum manna sum gjørligt.

Tað mugu vit á Magn staðfesta eftir tvey tey seinastu útspølini hjá Kappingareftirlitinum. Stovnurin er farin undir at fremja litaðan tíðindaflutning: uppáhald verða slongd út í almenna rúmið uttan fyrilit ella gjølligar greiningar og samanberingar, og uttan at tann órættaði parturin verður hoyrdur.

Í teimum tveimum tíðindaskrivunum, sum Kappingareftirlitið hevur almannakunngjørt í juli mánaða, verður bara staðfest, at brennievnaprísirinir í Føroyum eru nógv hægri enn á Ytru Hebridunum og á oynni Man.

Júst sum í oljukanningini, sum varð almannakunngjørd í juni, heldur Kappingareftirlitið bara áfram við at sleingja um seg við óviðgjørdum og illa úr hondum greiddum uppáhaldum. Hvat ítøkiligt tilfar, hvørjar greiningar og háttalag liggja til grund fyri niðurstøðunum hjá Kappingareftirlitinum, tað fáa vit hinvegin lítið og onki at vita um.

Tað tykist, sum Kappingareftirlitið er vorðið frá sær sjálvum, eftir at tað í juni almannakunngjørdi sína kanning av føroyska oljumarknaðinum. Føroysku oljufeløgini prógvaðu í svarskrivum sínum til fullnar, at tann kanningin var sera illa úr hondum greidd, full í feilum og vánaligum granskingarháttalagi. Greitt er, at Kappingareftirlitið als ikki kann føra haldbar prógv fyri sínum uppáhaldum um føroyska oljumarknaðin.

Í svarskrivi til ta kanningina prógvaði Magn hinvegin millum annað, at:

· Gassoljan - ið stendur fyri 80 prosentum av oljunýtsluni hjá føroysku húsarhaldunum og vinnuni - er, sum ein av heilt fáum vørum, væl bíligari í Føroyum enn í Danmark, eisini eftir at hædd er tikin fyri skattum og avgjøldum. Sæð undir einum er miðalprísurin á brennievni í Føroyum eisini væl lægri enn í Danmark.

· Føroysku brennievnaprísirnir sveiggja í takt við prísirnar á altjóða marknaðinum.

· Føroysku prísirnir hava betrað um kappingarførið mótvegis Danmark seinastu 10 árini.

Kanska eru tað omanfyri standi fakta og okkara svarskriv, sum hava loypt øði í almenna eftirlitsstovnin. PR og spinn verða nú nýtt í herferðini ímóti oljufeløginum, tá fakta og tøl ikki røkka longur.

Knappliga verða spekulasjónir um viðurskiftini á Ytru Hebridunum og Man varpaðar út uttanum stóru kanningina av føroyska oljumarknaðinum. Hetta ger Kappingareftirlitið helst tí tey viðurkenna stóru veikleikarnar í síni oljukanning. Og av hesi orsøk er spinn- og PR herferð sett í verk ímóti oljufeløgunum.

Oljufeløgini, eins og øll onnur vinna og borgarar í hesum landi, hava krav uppá at verða viðfarin sakliga og sømiliga av einum almennum eftirlitsmyndugleika sum Kappingareftirlitinum, og stovnurin eigur eisini halda seg til góðan fyrisitingarsið.

Tað ger Kappingareftirlitið ikki við sínum spinni og illa grundaðu PR-herferð.

Magn Hendrik Egholm, stjóri